VEN

TAÐ MUNAR


Gerst limur í Ven her.

GERST LIMUR

Ven í Miðvági

Ven er venjingarmiðstøðin í Miðvági. Í Ven eru øll vælkomin, ung sum eldri og øll har ímillum.

Her ber til at venja sjálvstøðugt í góðum umstøðum og við breiðari og góðari útgerð. Tað ber eisini til at melda seg til liðvenjingar saman við øðrum fólkum. Um tær tørvar meira persónliga hjálp, so er eisini møguligt at bóka persónligan venjara.

Venjingarhølini eru opin mán-ley alt samdøgnið og sunnudag til kl. 18.00.

Longur niðri á síðuni ber til at lesa eitt sindur meira um tær lið og persónligu venjingarnar, umframt eisini at síggja prísir okkara. hjá Ven er innliming og lykin ókeypis.

Liðvenjingar

Liðvenjingar eru eitt gott høvi at blíva pressaður til at yda sítt allar besta. Um ein hevur ringt við at motivera seg sjálvan til at fara at venja einsamallur, so er hetta tann rætta loysnin fyri teg.

Liðvenjingar eru mánadagin til hósdagin í hesum tíðarskeiðum:

Mána- og mikudag:
Styrki 60+ 10.00-11.00
Styrki kvinnur/menn 16.30-17.30 og 17.45-18.45

Týs- og hósdag:
Spinning 06.30-07.30, 16.30-17.30 og 17.45-18.45
Styrki 60+ 10.00-11.00 og 11.00-12.00

Persónligan venjara

Við einum persónligum venjara ber veruliga til at fáa sum best burturúr. Her fæst hjálp við motivatión, kosti og líknandi, soleiðis at vit skapa tær bestu umstøðurnar fyri at røkka tínum málum.

Vit hava báðar prógv sum fitness instruktør frá DGI Fitness í Danmark.

Set teg í samband við okkum, so finna vit bestu loysnina til tín.

Tekna limaskap

Fyri at tekna limaskap skalt tú trýsta á knøttin "Gerst limur". Tú verður síðani leiddur til eina undirsíðu har til ber at velja tað haldið tú ynskir at tekna. Síðani skal haldið gjaldast við gjaldkortið.

Sí prísir okkara her.

Uppsøgn

Allur leypandi limaskaður (fast hald) hevur ein mánaða uppsøgn, tvs. leypandi mánaðin + 30 dagar. Fast hald við binding kann tó ikki sigast upp fyrr enn bundna tíðarskeiði er runnið. Um tú sigur tín limaskap upp eftir at ein mánaður er byrjaður, t.d. 3. januar, so skalt tú eisini gjalda fyri næsta mánaðin, februar, og kanst tú sjálvandi venja tann mánaðin eisini.

Tó kanst tú til eina og hvørja tíð uppsiga tín limaskap og uppsøgnin er galdandi frá tí degi vit móttaka uppsøgnina sum teldupost til: post@ven.fo. Bert skrivligar uppsagnir verða góðtiknar.

Vegleiðing til hurð

Allir limir fáa persónligan lykil at lata hurðina upp við tá venjast skal.

Inngongin er niðriundir, og lesarin er í vinstru síðu á hurðini. Lykilin (chippið) skal leggjast ímóti lesaranum inntil tað lýsir grønt og tóni ljóðar.

Hurðalásið gerst virkið innan 5 sekund, og slepst tá inn. Um lásið ikki er virkið beinavegin ræður um at hava tol og spakuliga trýsta lásið upp og niður inntil tað tekur við. Lásið er virkið í 2 sekund.

Tað er ikki loyvt at lata onnur sleppa inn, ið ikki sleppa inn sjálvi, heldur ikki um tað verður bankað uppá uttanfyri.

Loyvir limur øðrum inn við sínum lykli verður hetta sektað við kr. 800,- í bót.

Endurtekur brotið seg, kann limur verða strikaður uttan ávaring.

Kostnaðurin fyri at fáa nýggjan lykil um hin gamli er burturmistur er kr. 100,-.

Bílegg tíð til viðgerðir til Kvirru ella gerst limur í Ven.