UM KVIRRA

VÆLVERUMIÐSTØÐIN Í VÁGUM


Bílegg tína viðgerð her.

BÍLEGG TÍÐ

Um Kvirra

Kvirra er ein vælverumiðstøð í Sørvági har vit bjóða ymiskar vælveruviðgerðir umframt kostráðgeving og skeiðvirksemi.

Vælvera- ella sportmassaga og zonuterapi, eru við til at loysa upp fyri spenningum og pínu í kroppinum, og til at hjúkla um likami og sinni. Umframt massagu og zonuterapi hava vit eisini viðgerðir í infrareyðum hitateppi og yourboots. Hesar viðgerðir eru sera góðar fyri eitt nú giktasjúk fólk og fólk sum hava hovin bein av eitt nú blóðtøppum ella øðrum. Yourboots eru eisini sera vælumtóktar millum ítróttarfólk, sum brúka tær til at stytta um restitutiónstíðina. Umframt vælveruviðgerðir bjóða vit eisini kostráðgeving fyri einstaklingar og sum Sense bólkaskeið. Sense er ein lívstílsbroyting, har vit arbeiða við kostumlegging og við at broyta vanar. Nýggjasta skotið á stammuni er okkara snotuligi saunagosvognur. Ein uppliving í saunagosvogninum er ein heildaruppliving fyri likam og sinni. Tú fært eina sansaliga uppliving, har gosmeistarin fylgir tær gjøgnum 3 gos við ymsikum angandi oljum, sum fáa tankarnar at sveima.

Kvirra viðgerðir

Niðanfyri sært tú tær viðgerðir, ið vit bjóða og hvat hesi kosta

Vælverumassaga

Vælverumassaga er ein viðgerð til m.a. eymar herðar, nakka, bein ella allan kroppin sum heild. Vælegnað til øll, ið ynskja at forkela seg sjálvan við eini avslappandi vælverumassagu samstundis sum tú fært loyst upp í ymsiku knýttu vøddunum.

úr 299,-

Sportmassaga

Sportmassaga er massaga, ið mýkir djúpt niður í vøddarnar. Sportmassaga er sera gagnlig til fyribyrging og viðgerð av vødda- og ítróttaskaðum. Sportmassaga er vælegnað til ítróttafólk men eisini onnur, ið eru spent og knýtt í vøddunum.

úr 299,-

Zonuterapi

Zonuterapi er ein viðgerðarháttur har trýst verður ávís punkt undir fótinum fyri at betra um støðuna eitt annað stað í kroppinum. Allur kroppurin kann síggjast sum speglaður sum lutarøki á fótinum, sum samskifta og samspæla við heildina.

úr 299,-

Vegleiðarar

Vit hava báðar prógv sum DGI Fitness instruktør. Eisini eru vit báðar góðkendar sum Sense vegleiðarar.
Umframt hesi prógvini, er Jana útgbúgvin massør og Maria er útbúgvin sum Zonuterapeut.

Bílegg tíð til viðgerðir til Kvirru ella gerst limur í Ven.