Tað er ein tíð síðan, at vinkonurnar í Sørvági, Maria Samson og Jana Egholm, yvirtóku venjingarmiðstøðina í Miðvági, sum liggur beint við síðuna av BankNordik. Fyritøkan fekk navnið Ven.fo. Báðar eru tær fitnesinstruktørar, og venjingarmiðstøðin hevur verið væl vitjað. Men, virksemið hjá vinkonunum báðum fevnir nú um meira enn fitness.

Fyri nøkrum árum síðan keyptu hjúnini, Maria Samson Christensen og Kent Christensen, gamla handilsbygningin hjá Hugo Fjørðoy við sjóvarmálan í Sørvági. Tey innrættaðu bygningin til kafé og gistingarhús. Men, nú er lagt á annan bógv í húsunum, og hølini eru enn einaferð umbygd.

Vinkonurnar, Maria Samson Christensen og Jana Egholm, hava nevniliga stovnað fyritøkuna – Kvirra – sum heldur til í bygninginum, har kafé og gistingarhús hevur verið. – Nú eru hølini enn einaferð umbygd til at rúma einum vælverudepli, har vit eitt nú bjóða massasju, sonuterapi og kostráðgeving, eins og vit fara at skipa fyri ymiskum skeiðum og tiltøkum innan vælveru og avslapping, sigur Maria Samson Christensen.

Báðar hava tær útbúgving sum kostráðgevar. Haraftrat er Maria sonuterapeutur, og Jana er massørur. Fólk hava nú høvi at bíleggja sær tíðir hjá Kvirru, og lesast kann annars um virksemið hjá vælverudeplinum á Facebook-síðuni – Kvirra.

Men, samlaða verkætlanin hjá vinkonunum endar ikki her.

Í eini aðrari verkætlan, sum eisini er í gongd, verða fimm smáttur nú bygdar beint vestan fyri bygningin í Sørvági, sum nú er karmur um vælverudepilin, og í hesi verkætlan eru – ikki bara tvær – men tríggjar vinkonur ella trý vinapør, sum vit eisini kunnu rópa tað. – Í verkætlanini við smáttunum er ein onnur vinkona hjá mær og Janu Egholm eisini við. Tað er Elin Jørgensen, sum eigur sín lut í verkætlanini, sigur Maria Samson Christensen, sum vísir á, at arbeiðið við at byggja smátturnar er í gongd, og hon sigur seg vóna, at tær verða lidnar í juni. 

– Smátturnar, sum eru umleið 40 fermetrar hvør, minna um neyst, og tær koma eisini í staðin fyri nøkur gomul neyst, sum stóðu her. Vit fara at leiga smátturnar út, og vit vóna sjálvsagt, at ikki minst føroyingar, sum vóru so óførir at ferðast í egnum landi í 2020, fara at leiga seg inn her hjá okkum. Pláss verður fyri seks fólkum í hvørji smáttu – og nøkrum fleiri við eyka uppreiðing.

Nú kundu lesararnir hildið, at spennandi ævintýrið hjá Mariu og hennara vinkonum endaði her, men so er ikki. – Lakeside báturin, sum er kendur á Sørvágsvatni, er eisini keyptur, og við bátinum ætla vit okkum at gera ymiskar vælverutúrar, og kanska fara vit eisini at skipa fyri onkrum fyrilestrum um heilsugóðan kost, sigur Maria brosandi.

Í øllum førum er greitt, at lívsleiðin hjá vinkonunum í Sørvági er bæði øðrvísi og spennandi. Maria Samson Christensen er skrivstovulærd og hevur fingist við ferðavinnu, og Jana Egholm er útbúgvin námsfrøðingur.

– Gerandisdagurin hjá teimum flestu er yvirfyltur við alskins uppgávum, og ofta gloyma vit okkum sjálvi burtur í meldrinum. Tað er umráðandi, at vit geva okkum stundir og hugsa um okkara vælveru, bæði tá ræður um sunnan kost, lívsstíl og eginumsorgan, sigur Maria Samson Christensen.

Jana Egholm, Maria Samson Christensen (mynd) og Elin Jørgensen eru saman um smátturnar.

">

Bílegg tíð til viðgerðir til Kvirru ella gerst limur í Ven.