Fleiri og fleiri dyppa á sjónum sigur Kitty May.
Allastaðni har eg komi, siga tey, sum dyppa, tað sama. Tað følist gott at dyppa, tú sleppur av við strongd, tú verður betur fyri, tú vaknar, tú finnur frið eina løtu, tú verður glað/ur. Ja,
 lýsingarorðini eru mong og góð.
Men hvat sigur granskingin um hetta at baða á sjónum? Og er tað veruliga gott at dyppa á sjónum? Alt hetta og nógv annað
verður viðgjørt hendan dagin í Sørvági á Café Fjørðoy.
Skrá fyri dagin:
08.30 Morgunmatur og fyrilestur um sjóterapi
09.30 Vit fara út í Breiðá at dyppa og íðka mindfulness (krevur bil)
10.30 Fyrilestur um mentala styki og dypping (seinasta granskingin á økinum)
12.00 Mindfulness
12.30 Liðugt
Kostn. 350,-
Hvar: Café Fjørðoy
Nær: 13. Februar kl. 09.30
Hvør: Kvirra og Kitty May Ellefsen
Tilmelding við at ringja tlf. 232102

Kvirra er ein minni vælverumiðstøð í Sørvági har vit bjóða ymiskar vælveruviðgerðir, umframt kostráðgeving og skeiðvirksemi.

Eitt nú vælveru- ella sportmassagu og zonuterapi, ið eru við til at loysa upp fyri spenningum, og til at hjúkla um likami og sinni.

Umframt vælveruviðgerðir bjóða vit kostráðgeving fyri einstaklingar og sum Sense bólkaskeið.

Sense er ein lívsttílsbroyting, har vit arbeiða við kostumlegging og við at broyta vanar.

Í Miðvági bjóða vit fitness hølir og útgerð fram, og hava eisini liðvenjingar innan spinning, styrki, og fyri tey yvir 60+.

Alt hetta ger, at Kvirra kann bjóða sera góðar loysnir, tá tað kemur til kost, likami og sinni.


Okkaru nýinnrættaðu vælveru hølir í Sørvági eru enduliga klár til brúk.

Bóka eina tíð og kom forbí.


Bílegg tíð til Kvirru ella gerst limur í Ven.