Kvirra

Kostur, Likam og Sinni


BÍLEGG TÍÐ til kvirruGerst limur í ven

Vælkomin

Kvirra er ein minni vælverumiðstøð í Sørvági har vit bjóða ymiskar vælveruviðgerðir umframt kostráðgeving og skeiðvirksemi.

Eitt nú vælveru- ella sportmassagu og zonuterapi, ið eru við til at loysa upp fyri spenningum, og til at hjúkla um likami og sinni. Umframt vælveruviðgerðir bjóða vit kostráðgeving fyri einstaklingar og sum Sense bólkaskeið. Sense er ein lívstílsbroyting, har vit arbeiða við kostumlegging og við at broyta vanar.

Í Miðvági bjóða vit fitness hølir og útgerð fram, og hava eisini liðvenjingar innan spinning, styrki, og fyri tey yvir 60 ár.

Alt hetta ger, at Kvirra kann bjóða sera góðar loysnir, tá tað kemur til kost, likami og sinni.

Kostur

Vit bjóða kostráðgeving til einstaklingar og sum bólkaskeið. Ert tú klár/klárur til ein sunnari lívstíl?

Likam

Hjá Kvirru kanst tú bíleggja sport-, og vælverumassagu. Umframt massagu, ber eisini til at bíleggja zonuterapi.

Sinni

Við okkara viðgerðum og skeiðum ber veruliga til at hjúkla um bæði likami og sinni, soleiðis at tú verður betur fyri bæði kropsliga og sálarliga.

Vit bjóða

Vit hava eitt breitt úrvæl av ymiskum tilboðum til kroppin og sinni.

Vit bjóða millum annað:
- Zonuterapi bæði til vaksin og børn
- Massasju
- Kostráðgeving
- Sense skeið
- Akkupunktur
- Cupping

Leita tær inn á okkara viðgerðar yvirlit og les meira.

Ven - Tað munar

Ven er venjingarmiðstøðin í Miðvági. Í Ven eru øll vælkomin, ung sum eldri og øll har ímillum.

Her ber til at venja sjálvstøðugt í góðum umstøðum og við breiðari og góðari útgerð.
Tað ber eisini til at melda seg til liðvenjingar saman við øðrum fólkum.
Um tær tørvar meira persónliga hjálp, so er eisini møguligt at bóka persónligan venjara.

Venjingarhølini eru opin mán-ley alt samdøgnið og sunnudag til kl. 18.00.

Saunagos í Vágum

Saunagos er ein sansauppliving har vit koyra angandi oljur á kolið, og breiða hitan runt í saunavogninum.
Vit skifta ímillum at verða í sauna og uttanfyri at køla av, hetta gevur eina heildaruppliving fyri likam og sinni.

Kostnaður kr. 2.000,- fyri 1 tíma og pláss er fyri uml. 12 fólkum.
Bílegging og meira kunning fæst á email: kvirra@kvirra.fo ella á tlf. 238080.

*Til ber at fáa vogning av oynni til onnur støð í Føroyum, goldið verður eyka fyri flutning í hesum førum.

Tíðindi

Niðanfyri sært tú tey nýggjastu tíðindini frá Kvirru, Sense og Ven.

Vinkonur byggja 5 smáttur

Tað er ein tíð síðan, at vinkonurnar í Sørvági, Maria Samson og Jana Egholm, yvirtóku venjingarmiðstøðina í Miðvági, sum liggur beint við síðuna av BankNordik. Fyritøkan fekk navnið Ven.fo. Báðar eru tær fitnesinstruktørar, og venjingarmiðstøðin hevur verið væl vitjað. Men, virksemið hjá vinkonunum báðum fevnir nú um meira enn fitness.

Sjóterapi og mental styrki við Kittymay í Sørvági

Fleiri og fleiri dyppa á sjónum sigur Kitty May. Allastaðni har eg komi, siga tey, sum dyppa, tað sama. Tað følist gott at dyppa, tú sleppur av við strongd, tú verður betur fyri, tú vaknar, tú finnur frið eina løtu, tú verður glað/ur.

Kvirra – Kostur, likam og sinni

Kvirra er ein minni vælverumiðstøð í Sørvági har vit bjóða ymiskar vælveruviðgerðir umframt kostráðgeving og skeiðvirksemi.

Bílegg tíð til Kvirru ella gerst limur í Ven.