Saunagos

Vælvera fyri likam og sinni

Hvat er saunagos ?

Saunagos er ein sansauppliving har vit koyra angandi oljur og vatn á heitar steinar.
Við eini viftu breiða vit hitan, angan og dampin runt í vogninum og merkja vælveruna.
Eitt saunagos tekur áleið 1 tíma og er deilt upp í 3 rundir. Tvs. vit skifta ímillum at verða í sauna og uttanfyri at køla av.
Vit sansa 9 ymiskar oljur, ið allar hava hvør sín eginleika.
Saunagos er eina heildaruppliving fyri likam og sinni og er vælegnað til øll ið ynskja at forkela seg sjálvan.
Pláss er fyri 10-12 fólkum til eitt saunagos.


Prísur kr. 2.500,-
Vognurin stendur í Sørvági, um hann ynskist av oynni kemur flutningur og tunnil afturat.

Okkara saunavognur er á hjólum

- hetta merkir at hann kann standa nær um allastaðnis har tað er koyrandi...

Ítróttarfeløg

Aftaná venjing ella td. dystir er saunagos vælegnað til kroppin fyri at koma skjóatari fyri seg aftur. Hetta gevur hita til vøddarnar samstundis sum vælveru og hvíld til kroppin. 

Bindiklubbar, útferð vinkonuhugni, polterabend vm.

Ynskja tit eina ørvísi uppliving, so er saunagos ein møguleiki. Tit bestemma tíð og stað.

Vælverutiltøk (retreats)

Skipar tú fyri eitt nú yoga ella øðrum vælverutiltakið, ber til at samantvinna hetta við saunagos

Hvat er ein angandi olja? 

Angandi oljurnar eru luftkvom oljusløg (æteriske olier), sum er úrdráttur av reinum angandi plantum, bløðum, blómum, frukt, børki og rótum. 
Hvør einstøk olja hevur sín eginleika, tað kann verða Lavendil sum virkar avslappandi, sitrón sum er uppfrískandi, ella ingifer sum er sera reinsandi.

Fyrispurningar og bílegging!

Ynskir tú eitt tilboð, at bíleggja ella meira kunning um saunagos, so ber til at senda okkum eini boð umvegis Kvirra á facebook, ein teldupost til maria@make.fo ella at ringja til 232102